21.06.2023

Lýsing : Sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari til Eldrasambýlið Giljagarð í Leirvík

  • Lýst verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi ella heilsurøktara í tíðaravmarkað starv at byrja 1. aug. 2023 ella skjótast gjørligt aftaná til 30 sep. 2024. Arbeiðstíðin er í miðal 30 t/viku og arbeitt verður í vikuskiftum og í skiftandi vaktum.

Sum sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari kemur tú, umframt at veita røkt og umsorgan til búfólk, at hava ábyrgd ella viðábyrgd av umsiting og dosering av heilivági, av kompleksari sjúkrarøkt og møguligum lækna samskifti v.m., og at miðla vitan til starvsfelagar.

Vit leggja dent á, at umsøkjarin hevur:

  • Áhuga í at veita røkt og umsorgan, og at skapa innihald í degnum til eldri búfólk
  • Áhuga í at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
  • Evnir at samstarva við aðrar fakbólkar
  • Evnir at handfara skiftandi tørvir hjá borgarunum

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi og jaligt arbeiðsumhvørvi
  • Góðar og hugnaligar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Gott samstarv við aðrar fakbólkar

Um eingin við útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari søkir starvið, tilskila vit okkum rætt at seta onnur í tíðaravmarkaða starvið. Vit bjóða góða upplæring og arbeiðsuppgávurnar verða tillagaðar.

Setan og løn

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir nærri kunning, ert tú vælkomin at ringja til Ásu Ásmundsdóttir deildarleiðara tlf. 73028 til 30

Umsóknir

Umsóknir við prógvum og CV skulu sendast við telduposti til: asaa@eystur.fo og skulu vera okkum í hendi seinast 10 juli kl. 14.

____________________________________________________________________________

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Samstarvið hevur heitið Nánd. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýli, eitt dagtilhald fyri borgarar við demens, heimahjálp og heimasjúkrarøkt umframt fysio- og ergoterapi. Sí meira um Nánd á www.eystur.fo