07.11.2022

Lýsing : Heilsurøktari ella heilsuhjálpari til Eldrasambýlið Giljagarð í Leirvík

 

  • Lýst verður eftir heilsurøktara ella heilsuhjálpara í fast starv at byrja 1. des. 2022 ella skjótast gjørligt aftaná. Arbeiðstíðin er í miðal 28 t/viku í blandaðum vaktum.

Sum heilsurøktari kemur tú, umframt at veita røkt og umsorgan til búfólk, at hava viðábyrgd av umsiting og dosering av heilivági og møguligum lækna samskifti, at tryggja at viðkomandi virðir verða máld og skjalfest, at miðla vitan til starvsfelagar.

Sum heilsuhjálpari kemur tú m.a. at veita eina góða og grundleggjandi røkt og umsorgan av búfólkunum, at eygleiða og boða frá broytingum, at tryggja heilivágsgevan til búfólk

Vit leggja dent á, at umsøkjarin hevur:

  • Áhuga í at veita røkt og umsorgan, og at skapa innihald í degnum til eldri búfólk
  • Áhuga í at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
  • Evnir at samstarva við aðrar fakbólkar
  • Evnir at handfara skiftandi tørvir hjá borgarunum

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi og jaligt arbeiðsumhvørvi
  • Góðar og hugnaligar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Gott samstarv við aðrar fakbólkar

Um eingin við útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari søkir starvið, tilskila vit okkum rætt at seta onnur í tíðaravmarkað starv. Vit bjóða góða upplæring og arbeiðsuppgávurnar verða tillagaðar.

Setan og løn

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir nærri kunning, ert tú vælkomin at ringja til Ásu Ásmundsdóttir deildarleiðara tlf. 730282

Umsóknir

Umsóknir við prógvum og CV skulu sendast við telduposti til: asaa@eystur.fo og skulu vera okkum í hendi seinast mánadagin 21.nov. 2022

____________________________________________________________________________

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Samstarvið hevur heitið Nánd. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýli, eitt dagtilhald fyri borgarar við demens, heimahjálp og heimasjúkrarøkt umframt fysio- og ergoterapi. Sí meira um Nánd á www.eystur.fo