Aftur í ár gleðast vit um at ljós og jólatrø verða tendrað í advent, sum annars er ein sera myrk tíð.
Hetta gera vit við at tendra jólaljósini í býnum, eins og jólatrøini í kommununi - eisini tað hekklaða - verða tendrað, jólamenn og smáir vættrar og einglar vitja, eins og tónleikur floymir ymsastaðni.
Eisini hava kaffistovur, gallarí og góðu handlarnir leingi opið.
Leygardagur 28. nov. - Ljós advent:
Kl. 10 NoðaStova: heldur eitt-árs føðingardag við góðum tilboðum. Kaffi og okkurt søtt afturvið. Kappingin endar mánadagin 30. nov.
Kl. 11 - 15 Ribarsloft: ‘Flott og gott’ kvøldskúlaskeið við Annette Sonne
Kl. 11 - 19 Ribarhús: Jólaligt Lúkukaffi í gallarínum, nógv jólagávuhugskot í Piddasahandli
Kl. 12 - 21 Muntra er opið. Góð og stór matskrá.
Kl. 16 Ribarhús: Hekklaða jólatræið verður tendrað, børn syngja
Kl. 17 - 22 Pitsa 530 er opið
Kl. 21 Patrick's: Pubquiz. Aftaná spæla Magni og Hugo
Fyrsti sunnudagur í advent - 29. nov.
Kl. 12 Kirkjan: Deknagudstænasta og barnakirkja
Kl. 15 - 19 Ribarhús: Jólaligt Lúkukaffi í gallarínum og nógv góð jólagávuhugskot í Piddasahandli
Kl. 15 - 17.30 Jólatrøini verða tendrað og jólamenn vitja. Vit fáa, sum vant, eina góða røðu, hesaferð frá Jústinus Eidesgaard, og Fuglafjarðar Hornorkestur spælir jólaligar tónar
Kl. 15.00 á Hellunum
Kl. 16.30 á Kambsdali
Kl. 17.00 Mentanarhúsið
Kl. 16 Patrick's letur upp - eisini kaffi og køkur á skránni
Kl. 17 Pitsa 530 letur upp