01.02.2023

Lilljan Jacobsen tekniskur leiðari í Fuglafjarðar kommunu

Fuglafjarðar kommuna hevur tikið avgerð um at seta Lillian Jacobsen í starvið sum tekniskur leiðari í Fuglafjarðar kommunu.

Lillian Jacobsen er 42 ára gomul, útbúgvin byggifrøðingur og leggur í løtuni seinastu hond á leiðsluútbúgving. Út yvir leiðsluroyndir frá privatu vinnuni, so hevur hon síðani 2019 verður tekniskur leiðari fyri Sunda kommunu.

Lillian Jacobsen byrjar í starvinum 1. mars 2023.