Aftur í ár hevur Sangleikabreytin á e-Námi í Fuglafjarðar skúla sett upp ein klassikara av einum sangleiki. Hesaferð er talan um eina pallseting, ið er gjørd eftir einum av teimum stóru og kendu teknifilmunum uttan úr heimi, nevniliga Leyvukongurin ella The Lion King.
Leikurin, ið tey 16-17 ára gomlu á Sangleikabreytini framføra, hevur verið sýndur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði undan páskafrítíðini, og upprunaliga skuldi hann ikki vera leingi á skrá. Tó hevur eftirspurningurin verið so stórur, at tey hava spælt leikin einar 25 ferðir og hava havt eini seks eykaframførslur á skrá.
Hetta er ikki bara ein hissini leikur, tí hann byggir á Disney-teknifilmin frá 1994, The Lion King, so longu her ert tú sum leikari og hyggjari ”blakaður fyri leyvurnar”. Sjálvur harra Elton John hevur staðið fyri tónleikinum!
Tí kann tað í fyrstu syftu tykjast rættiliga braneggjað at fara í holt við slíkan leik, sum kemur úr films-, tónleika- og sjónleikahjallinum hjá Disney.
Tó at talan er um ungar næmingar á 10.floks stigi, sum standa fyri øllum – sjónleiki, dansi, tónleiki, sangi, ljósseting, pallseting við nógvum ymiskum hentleikum og effektum – ikki minst tí rættiliga krevjandi tekniska partinum – so er at undrast yvir, hvussu væl alt hetta er frágingið. Heilt til UG og eitt sindur afturat!
Leyvukongaparið
Høvuðskongarnir í hesi serstøku og fantastisku sangleikaverkætlan eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, sum eru einastu lærarar á breytini. Flott og væl úr hondum greitt!
Súsanna Hanusardóttir hevur sniðgivið, seymað og gjørt ”prototypur” av flestu búnunum - eitt rættiligt stórverk – í veruliga letur leikin í, og klæðir honum so heilt serstakliga væl. Súsanna hevur hjálpt til á Sangleikabreytini áður í sambandi við sangleikin, Tarzan, ið varð sýndur fyri trimum árum síðani. Uttan hennara serstøku hjálpi, hevði ikki borið til at pallsett Leyvukongin í tí líki, hann nú hevur. Her liggur eisini eitt stórverk.
Afturat sær hevur Súsanna havt eldhugað foreldur og avvarðandi at næmingunum á breytini, og tey hava hjálpt til við at seyma, gjørt maskur, málað, bundið, límað og mikið og mangt annað. Tað er eitt satt megnaravrik, tey øll hava lagt úr hondum.
Pallurin og pallsmíðið skal ikki gloymast, tí tað er eisini á høgum støði. John Vangberg Petersen hevur staðið fyri pallsmíði, og har hevur eisini verið hópin av hjálparfólki til bæði eitt og annað.
Talan er um eina tilgongd og fremjan í verki, sum hevur tikið mánaðir, og alla tíðina hevur geisturin og eldhugin verið í topp – bæði millum næmingar og lærarar, verður sagt, og tí úrslitið har eftir.
Væla verk
Sjálvandi hava hegnigir lærarar verið við og gingið undan, umframt at mong eldhugað foreldur hava tikið stórar uppgávur á seg. Men um ikki næmingarnir – sjálvir leikararnir – taka undir og ”spæla við”, ja so gerst einki. At lyfta slíkan leik krevur dugnaligar næmingar – nógvar dugnaligar næmingar. Og tað er eydnast til fulnar!
Næmingarnir eru ikki so fáir – einir 35 leikarar eru á palli tilsamans, við størri og minni leiklutum. Afturat teimum eru 7 sera dugnaligir tónleikarar, og so ikki minst ”tøkni-kittið”, sum heldur øllum saman, og har eru 6 næmingar. Flott samstarv, sum sæst í verki, júst sum hjá Disney og teimum!
Næmingarnir á Sangleikabreytin í ár eru úr Fuglafjarðar kommunu, Eysturkommunu, Sunda kommunu og Eiðis kommunu. E-Nám samstarvið fevnir um skúlan við Streymin, Fuglafjarðar skúla og Stranda skúla.
Talan er er um eitt megnartak av einum frálíkum sangleiki, sum ikki átti at borið til at framført í Fuglafirði við nøkrum tilvildarligum næmingum, ið teir flestu munnu vera á byrjunarstigi, tá tað kemur til leiklist. Men heildin og verkætlanin hongur saman – væl saman – helst tí at Marjun og Bárður nú eftir 11 ár og 12 sangleikir av líknandi slagi eru vorðin rættilig yrkisfólk innan sítt øki.
Tikin úr leikum
Tá ið tær mongu kreativu kreftirnar og dygdirnar hjá ungu næmingunum rættiliga koma til sættis og gagn í slíkari verkætlan, flytir tú næmingarnar munandi fram á leið. Teir hava arbeitt í mánaðir við hesi verkætlan – væl stýrdir og hjálptir av dugnaligum lærarum og hjálparfólki. At ein tílík verkætlan mennir næmingarnar fyri lívið, er einki at ivast í.
Tað verða knýtt týðandi vinarbond, næmingarnir koma at kenna seg sjálvan á ein annan hátt, heldur enn bert at sita upp og niður á einum stóli í einum undirvísingartíma.
Næmingarnir menna sín sosiala intelligens, styrkja sína sjálvsfatan og sjálvábyrgd og koma av tí sama at duga og tíma so mangt annað í skúlanum. Her liggur ein av lyklunum til seinni í lívinum at duga at arbeiða millum fólk og saman við fólki á so mongum øki.
Tað er ein fongur at hava verið við í slíkum leiki. Finnar og onnur við, sum granska nógv í læring og skúla, hava í skúlahøpi eitt mál, sum er, at allir næmingar, líka mikið førleikar, skulu hava eina avbjóðing fyri at mennast. Tað hava hesir næmingarnir á Sangleikabreytini havt í ríkiligt mát og loyst hana til fulnar.
Tað er kent, at mennir tú í skúlahøpi kreativu gávurnar hjá næmingunum, hugsar og arbeiðir heilin annarleiðis og betri á so mongum øðrum økjum. Henda møguleika hava hesir næmingarnir havt í ríkiligt mát, teimum til gagns.
Í hesum døgum verður tosað so nógv um hetjur og fyrimyndir innan skúlans gátt – fyrimyndir hjá næmingum. Við hesum frálíka sangleiki – sum tit á Sangleikabreytini hava greitt til fulnar og eitt sindur aftrat á øllum økjum – eru tit fyrimyndir og hetjur.
Framúr! Tikin úr leikum!
Dávur Winther