Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna sóknast eftir leiðara at standa á odda fyri Nánd, sum er Heimatænastan fyri eldri borgarar í kommununum.
Kommunurnar báðar hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. fyri at bjóða eina góða tænastu til eldru borgararnar.
Starvið
Talan er um eitt avbjóðandi og fjølbroytt starv, har tú fært ábyrgdina av dagligu leiðsluni og menningini av Nánd og teimum stovnum ið eru, og koma, í økinum hjá kommununum. Tú kemur at vísa beinleiðis til stýrið fyri Nánd, sum hevur evstu ábyrgdina av eldraøkinum. Umsitingin í Nánd er skipað saman við umsitingini hjá Eysturkommunu, og Nánd brúkar umsitingarligu amboðini hjá kommununi. Tí kemur tú eisini at vera partur av leiðslutoyminum í kommununi.
Stýrið leggur dent á, at tú ert ein persónur sum dugir og setir fokus á at leiða, og at fáa starvsfólkini við tær, samstundis sum tú ert stuðlandi fyri leiðarar og starvsfólk í Nánd. Tað hevur eisini stóran týdning, at tú dugir og torir at taka neyðugar avgerðir, og at tú leggur dent á tað yvirskipaða heldur enn smálutir.
Høvuðsuppgávurnar hjá leiðaranum eru m.a. at:
- ganga á odda, soleiðis at tænasturnar til eldru borgarnar í kommununum eru í fremstu røð
- veita stýrinum professionella og fakliga ráðgeving á hægsta stigi innan eldraøkið
- menna Nánd sum eitt gott og virkið arbeiðspláss við týðiligum virðum, greiðum málum og krøvum um úrslit
- fremja skilagott samstarv og samskifti við borgaran, politikarar, leiðslur, starvsfólk, myndugleikar og aðrar áhugabólkar
- tryggja at visitatiónin innan allar tænastur og veitingar er skipað so skilagott, sum til ber
- tryggja at Nánd hevur eina fullgóða fíggjarstýring
- vera skrivari og at føra gerðabók fyri stýrið í Nánd
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a. at tú:
- hevur viðkomandi hægri útbúgving, ella aðra viðkomandi útbúgving og royndir
- hevur viðkomandi leiðsluroyndir og leiðsluvitan, og at tú við tínum leiðsluhátti skapar trivnað og mennir leiðarar, starvsfólk og Nánd sum heild
- hevur royndir og evni at leiða saman við øðrum og gjøgnum onnur
- ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til at samstarva
- ert sjónlig/ur og dugir væl at lýsa sjónarmið fyri øðrum
- hevur gott skil fyri fíggjarstýring og góðar umsitingarligar førleikar
- hevur førleika at menna samstarvið og samskiftið við borgaran, politikarar, leiðslur, starvsfólk, myndugleikar og aðrar áhugabólkar
- dugir og torir at at taka neyðugar avgerðir
- ert jalig/ur og siðilig/ur og vísir øðrum álit og virðing
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at verða eitt tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skal stílast til:
Nánd
Oyran 2
512 Norðragøta
og sendast við telduposti til: johan@eystur.fo
Umsóknin skal verða Nánd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 10. januar 2020 kl. 12:00, og starvið verður sett skjótast tilber.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Jóhan Christiansen, stýrisformann, á tlf.: 730010. Víst verður eisini til heimasíðuna www.eysturkommuna.fo, har upplýsingar um tænastur o.a. hjá Nánd eru at finna.
Um Nánd
Stýrið fyri Nánd er sett saman av 3 kommunustýrislimum úr Eysturkommunu og 2 kommunustýrislimum úr Fuglafjarðar kommunu. Í Nánd eru eldrasambýlini Giljagarður í Leirvík, Gøtubrá í Gøtu og Vesturstova í Fuglafirði. Umfamt hesi eru Dagtilhaldið í Fuglafirði og heimarøktin í kommununum báðum eisini í Nánd. Tað eru 43 ársverk knýtt at heimunum og 12 ársverk knýtt at Miðstøðini, sum eru sjúkrarøktarar, heimahjálparar, terapeutar og serflutningur. Eisini er ½ ársverk sum ítrivsfólk knýtt at Nánd, umframt visitatión, sum er 1 ársverk.