16.09.2021

Leiðari til Fuglafjarðar Kvøld- og ungdómsskúla

Fuglafjarðar kommuna søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum leiðara til eitt áhugavert starv sum leiðari fyri Fuglafjarðar Kvøld- og ungdómsskúla at byrja 1. november 2021 ella skjótast til ber eftir hetta. Talan er um 1-ára farloyvisstarv, sum er normerað til hálva arbeiðstíð.

Um starvið

Fuglafjarðar Kvøld- og ungdómsskúli grundar sítt virksemi á løgtingslóg um frítíðarundirvísing, sum ásetir, at kommunan skal seta á stovn almenna og serstaka frítíðarundirvísing og frítíðarvirksemi í einum vavi, sum er hóskandi og tørvur er á. Frítíðarundirvísingin stendur øllum borgarum í kommununi í boði, sum eru yvir 14 ár.

Fuglafjarðar Kvøld- og ungdómsskúli vísir bygnaðarliga til mentanarleiðaran og mentamálanevndina hjá Fuglafjarðar býráð.

Frítíðarundirvísingin verður boðin út um veturin, men undirvíst kann eisini verða í ávísum evnum um várið og um summarið. Frítíðarundirvísingin er sum útgangsstøði staðsett í Fuglafjarðar skúla, men undirvísingin kann eisini verða hildin í øðrum hølum í Fuglafjarðar kommunu.

Arbeiðið sum leiðari í Fuglafjarðar Kvøld- og ungdómsskúla inniber, at leggja til rættis eitt fjølbroytt tilboð um undirvísing, sum fatar um lærugreinar innan bæði almenna- og serstaka frítíðarundirvísing. Lærugreinarnar fevna um bæði handalig og ástøðilig evni innan mentanarøkið og onnur øki, eitt nú frálæra í føroyskum máli, list, tónleik, ítrótt, matgerð, motorlæra og prutlundirvísing.

Leiðarin kann sambært lógini eisini fyriskipað lærugreinar innan yrki, sum miðja ímóti einum ávísum arbeiðsøki umframt skipað fyri royndarfyrireikandi undirvísing, sum eftir ynski frá tí einstaka luttakaranum kann enda við góðkendari roynd ella próvtøku.

Í hesum sambandi hevur leiðarin dagligu umsitingina av kvøld- og ungdómsskúlanum og í heusm sambandi ábyrgdina av, at seta fólk til at undirvísa, og í samstarvi við kommunalu umsitingina, á hvørjum ári senda Mentamálaráðnum inn ætlan fyri virksemið og umsókn um fíggjarligan stuðul viðvíkjandi tí frítíðarundirvísing, sum ætlanin er at fremja. Mentamálaráðið veitir fíggjarligan stuðul til útreiðslur í sambandi við frítíðarundirvísingina.

Førleikakrøv

  • Hevur útbúgving sum fólkaskúlalærari ella samsvarandi útbúgving.
  • Hevur royndir við undirvísing og námsfrøði.
  • Leiðsluroyndir kann verða ein fyrimunur.
  • Kann arbeiða í toymi og eisini sjálvstøðugt.
  • Hevur mótivatión til at víðarimenna ein nútímans kvøld- og ungdómsskúla.
  • Hevur áhuga og innlit í samfelags- og lokal viðurskifti í breiðum høpi.
  • Hevur áhuga og kunnleika til fyrisitingarlig viðurskifti við atliti at starvinum.
  • Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni.
  • Er væl skipað/ur og í atferðini er fyrikomandi.

Í starvinum kemur tú at hava samband við ymiskar áhugapartar, eitt nú undirvísarar, skúlan, starvsfólk hjá kommununi, mentanarleiðaran og mentamálanevndina hjá Fuglafjarðar býráð umframt Mentamálaráðið. Eisini kemur tú til tíðir at arbeiða aftaná vanliga arbeiðstíð. Tí er neyðugt, at tú dugir og tímir væl at samskifta bæði í talu og skrift við fólk innan ymisk yrki og samtíðis er smidlig/ur í mun til ymiskar arbeiðstíðir.

Setanar- og lønarviðurskifti

Talan er um eitt farloyvis- og parttíðarstarv í 1 ár, har lønin er samsvarandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsfelagið; í løtuni umleið kr. 14.900,- mánaðarliga fyri 19,5 tíma arbeiðsviku.

Fleiri upplýsingar um starvið

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Henrik Weihe Joensen, kommunustjóra, á telefon 238002.

Umsóknin skal sendast til

Skrivliga umsóknin, saman við CV, revsiváttan, møguligum viðmælum og fylgiskjølum, skal sendast við vanligum posti til:

Fuglafjarðar kommunu
í Støð 5
530 Fuglafjørður

ella við telduposti til:info@fuglafjordur.fo

Freistin at søkja starvið

Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 4. oktober 2021 kl. 12:00.

 Um Fuglafjarðar kommunu

Fuglafjarðar kommuna er ein virkisfús og fjølbroytt kommuna við umleið 1600 íbúgvum. Kommunan fevnir um Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar. Hjá kommununi arbeiða umleið 120 starvsfólk, harav 11 í umsitingini, sum heldur til á tveimum bústøðum, í Støð 5 og Karvatoftir 6.  

Umsitingin er skipað við leiðarum í ávíkavist einari sosialu deild, mentanardeild, teknisku deild og fíggjardeild, sum bygnaðarliga vísa til kommunustjóran, ið hevur tilvísing til borgarstjóran.

Kommunan hevur gjørt stórar íløgur, sum verða lidnar í ár; tað eru íløgur í nýggjan barnaskúla, ítróttarhús og út- og umbygging av eldrasambýlinum Vesturstovu.

Starvslýsing sum PDF --> HER