16.12.2022

Leiðari til Fuglafjarðar Kvøld- og ungdómsskúla

Fuglafjarðar kommuna søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum leiðara til eitt áhugavert starv sum leiðari fyri Fuglafjarðar Kvøld- og ungdómsskúla at byrja 1. febuar 2023 ella skjótast til ber eftir hetta. Talan er um starv, sum er normerað til hálva arbeiðstíð.

Um starvið

Arbeiðið sum leiðari í Fuglafjarðar Kvøld- og ungdómsskúla inniber, at leggja til rættis eitt fjølbroytt tilboð um undirvísing, sum fatar um lærugreinar innan bæði almenna- og serstaka frítíðarundirvísing. Lærugreinarnar fevna um bæði handalig og ástøðilig evni innan mentanarøkið og onnur øki, eitt nú frálæra í føroyskum máli, list, tónleik, ítrótt, matgerð, motorlæra og prutlundirvísing.

Leiðarin kann sambært lógini eisini fyriskipað lærugreinar innan yrki, sum miðja ímóti einum ávísum arbeiðsøki umframt skipað fyri royndarfyrireikandi undirvísing, sum eftir ynski frá tí einstaka luttakaranum kann enda við góðkendari roynd ella próvtøku.

Í hesum sambandi hevur leiðarin dagligu umsitingina av kvøld- og ungdómsskúlanum og at seta fólk til at undirvísa, og í samstarvi við kommunalu umsitingina, á hvørjum ári senda Mentamálaráðnum inn ætlan fyri virksemið og umsókn um fíggjarligan stuðul viðvíkjandi tí frítíðarundirvísing, sum ætlanin er at fremja. Mentamálaráðið veitir fíggjarligan stuðul til útreiðslur í sambandi við frítíðarundirvísingina.

Frítíðarundirvísingin verður boðin út um veturin, men undirvíst kann eisini verða í ávísum evnum um várið og um summarið. Frítíðarundirvísingin er sum útgangsstøði staðsett í Fuglafjarðar skúla, men undirvísingin kann eisini verða hildin í øðrum hølum í Fuglafjarðar kommunu.

Fuglafjarðar Kvøld- og ungdómsskúli vísir bygnaðarliga til mentanarleiðaran og mentamálanevndina hjá Fuglafjarðar býráð.

Førleikakrøv

  • Hevur útbúgving sum fólkaskúlalærari ella samsvarandi útbúgving.
  • Hevur royndir við undirvísing og námsfrøði.
  • Leiðsluroyndir kann verða ein fyrimunur.
  • Kann arbeiða í toymi og eisini sjálvstøðugt.
  • Hevur hug og áræði at víðarimenna ein nútímans kvøld- og ungdómsskúla.
  • Hevur áhuga og innlit í samfelags- og lokal viðurskifti í breiðum høpi.
  • Hevur áhuga og kunnleika til fyrisitingarlig viðurskifti við atliti at starvinum.
  • Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni.
  • Er væl skipað/ur og í atferðini er fyrikomandi.

Í starvinum kemur tú at hava samband við ymiskar áhugapartar, eitt nú undirvísarar, skúlan, starvsfólk hjá kommununi, mentanarleiðaran og mentamálanevndina hjá Fuglafjarðar býráð umframt Mentamálaráðið. Eisini kemur tú til tíðir at arbeiða aftaná vanliga arbeiðstíð. Tí er neyðugt, at tú dugir og tímir væl at samskifta bæði í talu og skrift við fólk innan ymisk yrki og samtíðis er smidlig/ur í mun til ymiskar arbeiðstíðir.

Setanar- og lønarviðurskifti

Talan er um eitt starv, har lønin er samsvarandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsfelagið.

Fleiri upplýsingar um starvið

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Rønn Eliasen, mentanarleiðara, á telefon 238014.

Umsóknin skal sendast til

Skrivliga umsóknin, saman við CV, revsiváttan, møguligum viðmælum og fylgiskjølum, skal sendast við vanligum posti til:

Fuglafjarðar kommunu
í Støð 5
530 Fuglafjørður

ella við telduposti til: info@fuglafjordur.fo

 Freistin at søkja starvið
Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. januar 2023 kl. 12:00.

Lýsing sum pdf