Fuglafjarðar kommuna søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum leiðara til dagstovnin Stropan á Kambsdali at byrja 1. januar 2025 ella skjótast til ber. Talan er um eitt barsilsfarloyvisstarv 40 tímar um vikuna.
Viðkomandi persónur, ið settur verður, verður starvsettur hjá Fuglafjarðar kommunu við arbeiðsstaði á dagstovninum Stropin á Børkugøtu 1, Kambsdalur, 530 Fuglafjørður.
Um stovnin:
Stropin byrjaði sítt virksemi í septembur 2012 og er ætlaður 72 børnum í aldrinum 0-6 ár. Á stovninum eru fimm stovur: tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og ein miðlingastova. Á stovninum starvast 18 dugnalig, eldhugað, nærløgd, fjølbroytt og stuttlig starvsfólk.
Dagstovnurin liggur á Kambsdali, ið er ein sonn náttúruperla, ið setur stóran dám á okkara gerandisdag. Vit hava framúr góðar umstøður bæði innan- og uttandura, har áhugamálini og trivnaðurin hjá børnunum, eru okkara fremstu endamál.
Á stovninum brenna vit fyri einum høgum fakligum støði, har dentur verður lagdur á ein sterkan og mennandi felagsskap. Vit hava eitt sterkt fakligt toymi, har pláss er fyri nýhugsan og støðugari menning, sum tú gerast partur av. Eisini verður tú partur av einum vælvirkandi leiðslutoymi innan dagstovnaøkið hjá Fuglafjarðar kommunu.
Á stovninum arbeiða vit m.a. við TÍTT, Betri Vinir og leggja stóran dent á motoriska sansastimbran. Vit hava starvsfólk við viðkomandi útbúgvingum og royndum innan øki.
Vit bjóða
· Eitt áhugavert farloyvisstarv á einum væl skipaðum stovni
· Samstarv við ein dugnaligan varðaleiðara
· Ráðgeving og vegleiðing eftir tørvið
Vit vænta at tú
· Ert útbúgvin námsfrøðingur við møguligum leiðsluroyndum
· Arbeiðir sjálvstøðugt, tekur avgerðir og hevur ábyrgd sambært dagstovnalógini
· Hevur hugsjónir um virksemi á einum stovni, ið rúmar bæði vøggu – og barnagarðsbørnum
· Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfólkunum
· Hevur góð evni at umstilla teg í einum fjølbroyttum gerandisdegi
· Sær møguleikar fram um vansar
· Kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, foreldur og kommunu
· Dugur væl at samskifta bæði innan- og uttanhýsis
· Hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum. Tað er ein fyrimunur at kunna samskifta á enskum eisini
· Hevur teldukunnleika á brúkarastøði
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Fuglafjarðar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Søk starvið her (alfred.fo)
Skrivlig umsókn saman við møguligum viðmælum og upplýsing um útbúgving og royndir skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. desembur 2024. Væntað verður at setanarsamrøður verða mikudagin 18. desembur.
Nærri kunning
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónhild Abrahamsen, sosialdeildarleiðara á telefon 23 80 13 ella Annu Joensen, dagstovnaleiðari á Stropanum á telefon 23 80 41.