Fuglafjarðar kommuna søkir eftir leiðara til dagstovnaskipanina hjá kommununi at arbeiða 40 tímar um vikuna at byrja tann 01. mai 2018 ella skjótast eftir hetta.
Viðkomandi persónur, ið settur verður, verður starvsettur hjá Fuglafjarðar kommunu við arbeiðsstaði á dagstovninum Stropanum á Børkugøtu 1, Kambsdalur, 530 Fuglafjørður.
Møguligar bygnaðarbroytingar kunnu tó verða framdar innan dagstovnaøkið.
Stovnurin er ætlaður 80 børnum, og verður skipaður við vøggu- og barnagarðsstovum.
Vit bjóða
- Eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi, har náttúran hevur stóran leiklut í gerandisdegnum, og har spælið fyllir nógv.
- Møguleika at seta dám á stovnin.
- Møguleika fyri ráðgeving.
- Møguleika fyri eftirútbúgving.
- Tú verður partur av einum netbólki, sum kommunan skipar fyri millum leiðarar innan ansingarøkið.
Vit vænta at tú
- Ert útbúgvin námsfrøðingur við møguligum leiðsluroyndum.
- Kanst arbeiða sjálvstøðugt, taka avgerðir og hevur ábyrgd sambært dagstovnalógini.
- Hevur hugsjónir um virksemi á einum stovni, ið rúmar bæði vøggustovu- og barnagarðsbørnum.
- Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan arbeiðsdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum.
- Hevur góð evni at umstilla teg í einum broyttum umhvørvi.
- Sær møguleikar fram um vansar.
- Hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir.
- Kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, foreldur og kommunu.
- Dugur væl at samskifta bæði innan- og uttanhýsis.
- Hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum.
- Hevur teldukunnleika á brúkarastøði.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsókn
Skrivlig umsókn saman við møguligum viðmælum og upplýsing um útbúgving og royndum skal verða Fuglafjarðar býrað, Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi mánadagin 05. mars 2018 kl. 16.00.
Nærri kunning
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Irenu Olsen, sosialdeildarleiðara á telefon 238013.
Fuglafjørður, tann 07. februar 2018
Fuglafjarðar býráð