Fuglafjarðar kommuna søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum leiðara til dagstovnin og frítíðarskúlan Kamb á Kambsdali at byrja 1 juli ella skjótast til ber. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.
Viðkomandi persónur, ið settur verður, verður starvsettur hjá Fuglafjarðar kommunu við arbeiðsstaði á dagstovninum Kambi á Børkugøtu 2, Kambsdalur, 530 Fuglafjørður.
Um dagstovnin og frítíðarskúlan Kamb:
Kambur er dagstovnur, ið er staðsettur í náttúruvøkrum umhvørvi á Børkugøtu 2 á Kambsdali og veitir heildagstilboð til 6 ára gomul børn í Fuglafjarðar kommunu og er frítíðarskúli fyri 1. og 2. flokk. Á stovninum eru umleið 65 børn.
Vit liggja í sera góðum náttúru umhvørvi, sum birtir upp undir nógv spennandi virksemi, bæði skapandi og granskandi.
Á Kambi hava vit nógv ymisk bólkavirksemi hvørja viku, har vit leggja dent á tað málsliga og sosiala hjá børnunum. Vit eru dagliga túrar við børnunum.
Vit bjóða
- Eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi, har náttúran hevur stóran leiklut í gerandisdegnum, og har spælið fyllir nógv.
- Møguleika at seta dám á stovnin.
- Møguleika fyri ráðgeving.
- Tú verður partur av einum netbólki, sum kommunan skipar millum leiðarar innan dagstovnaøkið.
Vit vænta at tú
- Ert útbúgvin námsfrøðingur við møguligum leiðsluroyndum.
- Kanst arbeiða sjálvstøðugt, taka avgerðir og hevur ábyrgd sambært dagstovnalógini.
- Hevur hugsjónir um virksemi á einum stovni, ið rúmar bæði Barnagarðsbørn og skúlabørn.
- Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan arbeiðsdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum.
- Hevur góð evni at umstilla teg í einum broyttum umhvørvi.
- Sær møguleikar fram um vansar.
- Hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir.
- Kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, foreldur og kommunu.
- Dugur væl at samskifta bæði innan- og uttanhýsis.
- Hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum.
- Hevur teldukunnleika á brúkarastøði.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Fuglafjarðar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Skrivlig umsókn saman við møguligum viðmælum og upplýsing um útbúgving og royndum skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 25. juni 2024.
Søk starvið her (alfred.fo)
Nærri kunning
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónhild Abrahamsen, sosialdeildarleiðara á telefon 238013.