22.07.2020

Leiðari til dagstovnin Barnalund í Fuglafirði

Fuglafjarðar kommuna søkir eftir leiðara til dagstovnaskipanina hjá kommununi at arbeiða 40 tímar um vikuna at byrja tann 01. september 2020 ella skjótast eftir hetta.

Viðkomandi persónur, ið settur verður, verður starvsettur hjá Fuglafjarðar kommunu við arbeiðsstaði á dagstovninum Barnalund á Mirmansvegur 39, 530 Fuglafjørður.

Stovnurin er ætlaður 60 børnum, og verður skipaður við vøggu- og  barnagarðsstovum.

Vit bjóða

  • Eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi, har náttúran hevur stóran leiklut í

gerandisdegnum, og har spælið fyllir nógv.

  • Møguleika at seta dám á stovnin.
  • Møguleika fyri ráðgeving.
  • Møguleika fyri eftirútbúgving.
  • Tú verður partur av einum netbólki, sum kommunan skipar fyri millum leiðarar innan ansingarøkið.

Vit vænta at tú

  • Ert útbúgvin námsfrøðingur við møguligum leiðsluroyndum.
  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt, taka avgerðir og hevur ábyrgd sambært dagstovnalógini.
  • Hevur hugsjónir um virksemi á einum stovni, ið rúmar bæði vøggustovu- og

barnagarðsbørnum.

  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan arbeiðsdag við virðing og

umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum.

  • Hevur góð evni at umstilla teg í einum broyttum umhvørvi.
  • Sær møguleikar fram um vansar.
  • Hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir.
  • Kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, foreldur og kommunu.
  • Dugur væl at samskifta bæði innan- og uttanhýsis.
  • Hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum.
  • Hevur teldukunnleika á brúkarastøði.

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Umsókn

Skrivlig umsókn saman við møguligum viðmælum og upplýsing um útbúgving og royndum skal verða Fuglafjarðar kommunu, Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 07. august 2020 kl. 16.00. Ella umvegis telduposti: info@fuglafjordur.fo

Nærri kunning

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Irenu Olsen, sosialdeildarleiðara á telefon 238013.

Fuglafjørður, tann 22. juli 2020

Fuglafjarðar kommuna