Hósdagin 23. Februar 2023 var landstýriskvinnan í heilsumálum, saman við embætisfólkum á vitjan hjá Fuglafjarðar kommunu. Á vitjanina vóru ymisk heilsuviðurskifti sum kommunan varar av umrødd. Eisini varð vitjað í nýggju heilsumiðstøðini, sum eftir ætlan verður tikin í nýtslu komandi heyst.
Á myndini eru frá vinstru Jóanis Erik Køtlum, kommunustjóri, Edva Jacobsen, forkvinna í sosialu nevnd, Dávur Juul, borgarstjóri og Margit Stóra, landsstýriskvinna í heilsumálum.