Lærarastarv lýst leyst at seta frá 14. septembur:
Starvið er tíðaravmarkað fyri skúlaárið 2020/2021 vegna avlops tímar. Starvið er fulla tíð.
Søkt verður eftir lærara, sum
- hevur dirvi at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini
- sýnir jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum
- er fyrikomandi
- dugir at samstarva og vil vera við til at menna skúlan
- er stundisligur og nærlagdur
- hevur góðan KT-førleika
Fuglafjarðar skúli hevur tørv á lærara, ið m.a. hevur linju/serkunnleika í enskum, søgu og samtíð, landalæru, samfelagsfrøði, motorlæru og undirvísa í ítrótti og svimjing. Harumframt er tørvur á lærara, ið hevur royndir á serøkinum.
Førleikakrøv
Útbúgving: Fólkaskúlalærari.
Lønar- og setanartreytir
Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at viðkomandi, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Starvið er lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 11. september kl. 12.00. Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Ólav Thomsen, skúlastjóra, á tel. 743082. Eisini ber til at senda teldupost til fug@skulin.fo.
Í Fuglafjarðar skúla eru 290 næmingar í 1 .- 10. flokki. Í skúlanum starvast 32 lærarar, 1 skrivari, 2 húsavørðar og 3 námsfrøðiligir stuðlar.