18.11.2022

Lærarastarv í Fuglafjarðar skúla

Í sambandi við barnsburðarfarloyvi tørvar okkum ein lærara í tíðarskeiðinum 02.01.2023 – 31.07.2023.
Lønarbrotið er 1,0.

Førleikakrøv:
Útbúgving sum fólkaskúlalærari, og hug og hegni at átaka sær flokslæraraleiklut. Harumframt sóknast vit eftir lærara, sum hevur førleika at undirvísa í grunddeildini í vanligu lærugreinunum, t.e. føroyskt, støddfrøði, kristni og ítrótti, umframt náttúru og tøkni í miðdeildini.
Søkt verður eftir lærara, sum

  • er fyrikomandi og sýnir jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum
  • dugir at samstarva og vil vera við til at menna skúlan
  • er fevnandi og vil styrkja felagsskapin
  • ynskir at kveikja hugin til at læra hjá tí einstaka næminginum
  • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans, tekur lut í dagliga arbeiði skúlans

Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera leiðsluni í hendi í seinasta lagi mánadagin 5. desembur kl. 12.00. Nærri kunning um starvið fæst við at seta seg í samband við Berlys Toftadal, skúlastjóra, á tlf.nr. 238061 ella á t-post berlys.toftadal@skulin.fo

Barnaváttan verður kravd í sambandi við setan.

Fuglafjarðar skúli hevur inniverandi skúlaár 283 næmingar í 1 .- 10. flokki. Á skúlanum starvast 28 lærarar, 3 námsfrøðiligir stuðlar, 2 skúlaskrivarar, 2 húsavørðir og 5 fólk í reingerðartoyminum. Skúlin leggur dent á at kveikja, virða og menna.