Í sambandi við barnsburðarfarloyvi tørvar okkum ein lærara í tíðarskeiðinum 02.01.2023 – 31.07.2023.
Lønarbrotið er 1,0.
Førleikakrøv:
Útbúgving sum fólkaskúlalærari, og hug og hegni at átaka sær flokslæraraleiklut. Harumframt sóknast vit eftir lærara, sum hevur førleika at undirvísa í grunddeildini í vanligu lærugreinunum, t.e. føroyskt, støddfrøði, kristni og ítrótti, umframt náttúru og tøkni í miðdeildini.
Søkt verður eftir lærara, sum
- er fyrikomandi og sýnir jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum
- dugir at samstarva og vil vera við til at menna skúlan
- er fevnandi og vil styrkja felagsskapin
- ynskir at kveikja hugin til at læra hjá tí einstaka næminginum
- undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans, tekur lut í dagliga arbeiði skúlans
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir:
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera leiðsluni í hendi í seinasta lagi mánadagin 5. desembur kl. 12.00. Nærri kunning um starvið fæst við at seta seg í samband við Berlys Toftadal, skúlastjóra, á tlf.nr. 238061 ella á t-post berlys.toftadal@skulin.fo
Barnaváttan verður kravd í sambandi við setan.