Okkum tørvar ein lærara fyri skúlaárið 2023-2024 at byrja sum skjótast.
Lønarbrotið er 1,0.
Førleikakrøv:
Søkt verður eftir lærara, sum er útbúgvin fólkaskúlalærari, og sum hevur førleika at undirvísa í mið- og hádeild í lærugreinunum donskum, kristni og føroyskum sum annað mál.
Harumframt verður søkt eftir lærara, sum
- er fyrikomandi og sýnir jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum
- dugir at samstarva og vil vera við til at menna skúlan
- er fevnandi og vil styrkja felagsskapin
- ynskir at kveikja hugin til at læra hjá tí einstaka næminginum
- undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans, tekur lut í dagliga arbeiði skúlans
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so er, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Starvið er lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir:
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera leiðsluni í hendi í seinasta lagi týsdagin 29. august kl. 09.00. Nærri kunning um starvið fæst við at seta seg í samband við Berlys Toftadal, skúlastjóra, á tlf.nr. 238061 ella á t-post berlys.toftadal@skulin.fo
Barnaváttan verður kravd í sambandi við setan.