16.08.2023

Lærarastarv í Fuglafjarðar skúla

Okkum tørvar ein lærara fyri skúlaárið 2023-2024 at byrja sum skjótast.
Lønarbrotið er 1,0.

Førleikakrøv:
Søkt verður eftir lærara, sum er útbúgvin fólkaskúlalærari, og sum hevur førleika at undirvísa í mið- og hádeild í lærugreinunum donskum, kristni og føroyskum sum annað mál.

Harumframt verður søkt eftir lærara, sum
- er fyrikomandi og sýnir jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum
- dugir at samstarva og vil vera við til at menna skúlan
- er fevnandi og vil styrkja felagsskapin
- ynskir at kveikja hugin til at læra hjá tí einstaka næminginum
- undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans, tekur lut í dagliga arbeiði  skúlans

Lønar- og setanartreytir:
Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so er, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Starvið er lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera leiðsluni í hendi í seinasta lagi týsdagin 29. august kl. 09.00. Nærri kunning um starvið fæst við at seta seg í samband við Berlys Toftadal, skúlastjóra, á tlf.nr. 238061 ella á t-post berlys.toftadal@skulin.fo

Barnaváttan verður kravd í sambandi við setan.

Fuglafjarðar skúli hevur inniverandi skúlaár 309 næmingar í 1 .- 10. flokki. Á skúlanum starvast 32 lærarar, 3 námsfrøðiligir stuðlar, 2 skúlaskrivarar, 3 húsavørðir og 5 fólk í reingerðartoyminum. Skúlin leggur dent á at kveikja, virða og menna.