08.09.2023

Kvøldskúlin í Fuglafirði fingið heimasíðu og talgilda tilmelding ffk.fo

Nu kvøldskúlaárið fer at byrja aftur, hevur Fuglafjarða kvøldskúli fingið nýggja heimasíðu.

Á heimasíðuni ber til at tekna seg talgilt til skeiðini bæði í heyst og í vár.

Tilmeldingin á nýggju, snotuligu heimasíðuni er løtt og ómakaleys. Heimasíðan eitur ffk.fo

Tú sært við tað sama um pláss er tøkt til skeiðini.og tú fært goldið beinanvegin.Til ber at tekna seg til fleiri skeið samstundis, tú leggur ynsktu skeiðini í kurvina, áðrenn tú fert til gjaldingar.

Tá tú hevur goldið ert tú teknaður til skeiðið.

Tað ber til á heimasíðuni at velja eftir evni t.d rørsla og ítróttur, børn og ung o.a. Møguleiki er eisini at síggja øll skeiðini, ið eru ávísan dag í vikuni.

Kvøldskúlin í Fuglafirði leggur seg eftir at hava innihaldsrík, kveikjandi og skapandi skeið til allar aldursbólkar.

Fuglafjarða kvøldskúli er ein av størstu kvøldskúlunum í landinum, við sera nógvum og fjølbroyttum skeiðum.

Vit leggja okkum eftir at hava handalig, skapandi, mennandi og samfelags viðkomandi skeið til allar aldursbólkar, har borgarin kann fáa nógvar, góðar og mennandi upplivingar.

Ynskja at leggja dent á at hava nýggj skeið á skrá hvørt hálvár.

Øll skeið eru tó treytað av nóg stórari luttøku og góðkenning frá mynduleikunum.

Miða verður ímóti at hava kvøldskúlaframsýning seinast í apríl á hvørjum ári.

Vælkomin á skeið og at vitja okkara snotiligu heimasíðu ffk.fo

Fuglafjarða kvøldskúli ynskir øllum, luttakarum  eitt innihaldsríkt og gott kvøldskúlaár.