Góðu tit øll sum avvarða okkara kappróðrar umhvørvið í Fuglafirði.
Hjartliga til lukku við teimum góðu úrslitunum í kappróðrar árinum 2016.
Ein serstøk heilsan til tykkum rógvarar, róðursmenn og venjarar fyri avbera gott avrik, ja, framúrskarandi.
Tit skulu bara vita, at vit onnur eru errin og glað tykkara og okkara alra vegna og eru takksom fyri, at eiga so virðiligar og dugnaligar “ambassadørar” fyri okkara kommunu.
Vit onnur vita eisini, at tað skal ómetaliga nógv orka og tíð til og ikki minst ein sera góður vilji, fyri at røkka so góðum úrslitum sum hesum, nevniliga:
Erla Kongsdóttir - 5. mannafør kvinnur gull og Føroyameistarar
Rádni - 6. mannafør kvinnur gull og Føroyameistarar
Gullbrandur - 8. mannafør menn silvur
Nú eg stóð væl fyri og hugdi eftir kappróðrinum á Ólavsøku og sá, fyrst Rádna í sínum bátafylgi, og síðani Erlu Kongsdóttir í sínum bátafylgi, stinga seg framum allar hinar bátarnar, kom mær í huga sangin hjá viðoyinginum Christiani Matras:
“Sigl, oyggj, framur mjørka, nú ert tú eitt skip.”
Eg hugsaði fyri mær, at vit fuglfirðingar vóru oyggin, ímyndaðir í ljósagrønu bátunum, ið sigldu sum skip framúr skipafylginum.
Erla, Rádni og Gullbrandur enn einaferð hjartaliga til lukku.
Vón mín er, at vit øll læra av okkara rógvarum, í nærlagni í samanspælinum, at røkka góðu úrslitunum.
Sigurð S. Simonsen
Býráðslimur