Vit hátíðarhalda aftur í ár altjóða kvinnudagin 8. mars í Fuglafirði, hesaferð eitt leygarkvøld, og Demokratia skipar fyri bussi úr Havn.
Eins og onnur ár hjúkla vit fyri eygum, oyrum og smakki, tí Mentanarhúsið er gjørt út til at vitjandi fáa eina góða uppliving.
Kl. 17.30 letur Mentanarhúsið upp, og har fara Systrar at hava støkk upp café, við leskiligum, løttum bitum og smakkgóðum dropum.
Unga foto-listakvinnan úr Klaksvík, Bjørg Elttør, sum lesur í Týsklandi, hevur framsýningina ‘Trá(ð)leysir nalvastreingir’ við sær til Føroyar.
Kom til eitt kveikjandi og ressandi leygarkvøld í hugnaliga Mentanarhúsinum við góðum mati og drekka saman við góðum vinkonum. Okkara allarbesta Annika Hoydal fer at spæla nøkur av hennara góðu løgum saman við framúrskarandi tónleikarum, og Elisa Vang fær okkum aftur í áat flenna í kíki!
Skráin fyri sjálva tiltakið byrjar kl. 19. Óluva Zachariasen fer at stýra skránni, har vit m.a. hava tvey sofaprát:
Tað fyrsta hevur heitið ‘Er móðurskapur eitt frítt val?’
Her tosar Óluva fyrst við listakvinnuna Bjørg Elttør, og síðani koma Rigmor R. Dam, søgufrøðingur, og Maria Jørðdal, prestur, við í prátið um hetta at velja børn til ella frá, frá einum listarligum, søguligum og eksistentiellum perspektivi.

Í seinna sofaprátinum ‘Hví skulu vit tíma at fáa okkum børn?’ hittast kvinnur við fíggjarligum og politiskum innliti til eitt prát um samfelagsligu avbjóðingarnar, tá burðartalið ikki hækkar, og tá vit framvegis hava nógv færri kvinnur enn menn í Føroyum. Men eisini um avbjóðingarnar fyri kvinnurnar, tá tær blíva mammur, og fyri familjurnar í dagsins samfelag.
Tær, sum luttaka, eru: Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum; Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum; Gudny Vang, fyrrv. býráðspolitikkari í Fuglafirði, og
Tær, sum luttaka, eru: Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum; Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum; Gudny Vang, fyrrv. býráðspolitikkari í Fuglafirði, og
Harumframt fáa vit íkast til kjakið frá øðrum gløggum og vitugum røddum.
Og ikki at gloyma – ársins Brita skal veljast! Dómsnevndin fær aftur í ár góð uppskot frá lesarunum hjá Kvinnu, men hevur fult frælsi at velja egin uppskot.
Brita er eitt heiti, sum vit hervið ognartaka við týdninginum, at hon er ein sterk, framsøkin kvinna, sum er djørv, stendur við sítt og við síni virðir.
Demokratia skipar fyri ókeypis bussi, sum koyrir úr Havn gjøgnum tunnilin til Fuglafjarðar, áðrenn tiltakið byrjar og aftur til Havnar, tá tiltakið er liðugt. Tað ber til at koma uppí ymsa staðni á vegnum. Bussurin fer av Bursatanga og steðgar, um fólk melda til, við Løkshøll, við Skipanes krossin og í Gøtudali.