14.03.2024

Kunnning frá borgarstjóranum í Fuglafjarðar kommunu um støðuna í Framvit.

Góðu borgarar í Fuglafjarðar kommunu.

Seinasta vikuskifti var í fjølmiðlunum ávíst kjak um skúlasamstarvið Framvit, har býráðini í Eysturkommunu (Eyk) og Fuglafjarðar kommunu (FFK) eru ósamd um mest gagnligu loysnina fyri framhaldsdeildina. Eyk ynskir at stovna egna framhaldsdeild meðan FFK ynskir at varðveita samstarvið, sum er niðurfelt í sáttmála.

Fyri at fáa málið lýst nærri, fari eg aftur, til tá ”præliminær”/real-skúlin byrjaði í Fuglafirði seinast í 1950 árunum.

Frá byrjan fram til 1978 gingu øll avbygdabørn ókeypis í præliminær/real og bar Fuglafjarðar kommuna allan kostnaðin.

Í 1978 bleiv avtala gjørd í millum Fuglafjarðar- Leirvík- og Gøtu kommunu um eitt samstarv, har ein kostnaður bleiv ásettur 250 kr./næming/ár.

Hetta gjald helt áfram inn í 1980 árini, tá tað hækkaði til 500 kr./næming/ár.

Í 1997 hækkaði gjaldið til 1.000 kr./næming/ár og í 2012 til 16.000 kr/næming/ár

Í 2021 bleiv gjaldið ásett eftir árligu rakstrar útreiðslum, sum í dag eru áleið 21.600 kr./næming/ár.

Eysturkommuna (Eyk) hevur higartil ikki goldið fyri íløgur ella viðlíkahald av skúlabygninginum.

Í mars 2014 umhugsaði Eyk at stovna egna framhaldsdeild. Avgerð varð tá tikin at gera eina kanning. Hetta førdi til at 3 kanningar vórðu gjørdar árini 2014-15-16. Har varð kannað um Eyk skuldi halda fram við, at samstarva við FFK ella um samtsarvast skuldi aðrar vegir, til Klaksvíkar ella Runavíkar.

Kanningarnar finnast á leinkunum niðanfyri:

2014:    Framhaldsdeild-Tilmæli-um-framhaldsdeildina.pdf (eysturkommuna.fo)

2015:   Framhaldsdeil-Kanning-ísv.-felags-skúlabygnað-24.06.15.pdf (eysturkommuna.fo)

2016:  Microsoft Word - Kanning um felags framhaldsdeild 26.04.16.docx (eysturkommuna.fo)

Tann 13. juni 2016 varð borgarfundur hildin á Kambsdali fyri borgarunum í kommununum.

Út frá hesum kanningum, bleiv avgerð  tikin um, at Eyk skuldi gera eitt samstarv við FFK, har Eyk vildi fáa størri ávirkan á framhaldsdeildina.

Eitt av krøvunum frá Eyk var, at Eyk fekk størri ávirkan á skúlan og hettar eftirlíkaði FFK við at Eyk fekk ein lim í skúlastýrið.

Áðrenn sáttmálin kundi undirskrivast, skuldi ein lógarbroyting til, sum loyvdi Eyk, at fáa lim í skúlastýrið. Lógarbroytingin skuldi ígjøgnum 3 aðalráð, tey vóru Mentamálaráðið, Fíggjarmálaráðið og Løgmálaráðið.

Skúlasamstarvið Framvit sá dagsins ljós og varð nevnd sett við 4 nevndarlimum, har skúlastjórin er skrivari hjá nevndini. Í nevndini sita borgarstjórarnir og eitt umboð fyri hvørt býráð

Tann 31. aug 2017 formalisera EYK og FFK eitt 60 ára gamalt samstarv á skúlaøkinum. (Sí leinki)

Bundið seg til samstarv í 20 ár | Kringvarp Føroya (kvf.fo)

Tann 7. juli 2019 varð ein 20 ára Framvit sáttmáli undurskrivaður av táverandi borgarstjórunum Sonna á Horni fyri FFK - Jóhan Christiansen fyri Eyk. Sama dag bleiv sáttmálin góðkendur av Mentamálaráðnum, har landsstýriskvinnan Hanna Jensen skrivaði undir

Tann 11. juni 2020 samtyktið ein samd nevnd í Framvit, at umbyggja 64-skúlan, ein íløga uppá 54 mill. Byggiútreiðslurnar skuldu deilast eftir næminga talinum, t.v.s., Eyk 60% og FFK 40 %

Útreiðslubýtið varð, at Eyk skuldi gjalda 32,4 mill og FFK 21,6 mill.

Nýggj býráð komu til í kommununum 1. jan 2021, og boðaði nýggja býráðið í Eyk frá, at tikið  varð ikki undir við hesum fíggjarleistinum.

Ein av grundgevingunum var, at ein kommuna kann ikki gera íløgur í eina aðra kommunu. Hesa grundgeving setur FFK spurnartekin við, tí báðar kommunur hava áður samstarvað um íløgur á øðrum økjum, t.d. ítróttarhøllina á Kambsdali og Eldrasamstarvið Nánd.

Síðani 2021 hava fleiri fundir verið partana millum. Seinasta uppskot frá FFK var 1,4 mill um ári í 16 ár, t.v.s. 22,4 mill, ein upphædd í liggur tætt upp at tí uppskoti umboð í Eyk hava róð fram undir. Eyk er ikki komin við nøkrum mótuppskoti og næsta vit frættu var, at tey høvdu sett nýggja kanning í verk.

Um vit taka saman um støðuna í dag, so brúkar hádeildin saman við miðdeildini, áleið 2.500 fermetrar av teimun gott 4.000 fermetrunum í t nýggja skúlanum, sum kostaði 128 mill, tað er serliga serhølini, ið verða brúkt av hádeildini, umframt  allan 64 skúlan, svimjihyl, hallir o.a.

Tí vildi eg hildið, at ein samlað íløga uppá 22,4 mill, fyri at teirra hádeild næmingar kunna húsast í einum nýggjum skúla á hægsta stigi, ikki er kostnaðarmikið.

Fyrimunir við skúlasamstarvinum, koma fyrst og fremst næmingunum til góðar. Millum annað hevur ein stórur skúli fleiri lærara førleikar, valfakini blíva fleiri og útboðið størri, av tí at fleiri tímar blíva játtaðir frá landinum, Hartil hevur tað  stóran sosialan týdning fyri næmingarnar, umframt at slíkt samstarv styrkir um  samanhaldið í millum bygdirnar.

 

Dávur Juul, borgarstjóri