30.09.2020

Kunning um umhvørvi – gamlir oljutangar, sum leka

Borgarar hava gjørt Fuglafjarðar kommunu varhuga við, at olja seyrar úr bakkanum oman móti sandinum,  á Gjógvaravegnum áleið miðskeiðis millum Gjógvará og Mentunarhúsið. Talan er um ein gamlan oljutanga, sum hevur likið, har jørðin er dálkað við dieselolju. Tá regn er, lekur oljan úr lendinum og rennur úr bakkanum oman á sandin. Talan er um smáar mongdir.

Kommunan er í ferð við at gera uppruddingararbeiðið, har dálkaði tilfarið verður koyrt til IRF til tyrving ella brenning. Kommunan heitur á fólk um at vara ansin í sambandi við gamlar oljutangar, um teir leka, hetta fyri at verja umhvørvið.

Kunngerð um oljutangar

Viðvíkjandi kunngerðini um oljutangar, so er ein galdandi kunngerð á økinum frá 2018 um at fyribyrgja dálking frá oljutangum við heimild í løgtingslógini um umhvørvisvernd, sí leinki her.