23.10.2017

Kunning um niðurtøku av ítróttarhúsi og útgrevstri

Á býráðsfundi 29.06.2017, viðtók Fuglafjarðar býráð at byrja arbeiðið við niðurtøku av verandi ítróttarhúsi og útgrevstur fyri nýggjum ítróttarhúsi. RTS Contractors skipa arbeiðið.

Arbeiðið byrja mánadagin 23. oktober. 2017 við at tryggja og klárgera økið, áðrenn niðurtøka av ítróttarhúsi og útgrevstur fyri nýggjum ítróttarhúsi byrjar.

Í hesum sambandi er avgerð tikin um at steingja ítróttarbrekkuna fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu. Arbeiðið við útgrevsturinum verður væntandi liðugt til árslok.

 Broytingar fyri Barnalund

Av tí, at nógv tung ferðsla verður í økinum um Barnalund, og hædd eisini skal takast fyri ferðsluni sum er tengd at skúlabyggingini, metir Fuglafjarðar kommuna tað verða skilabest at brúka vestaru inngongdirnar til Barnalund.

Fyri at skipa ferðsluna á tryggan hátt, verður gonguteigur gjørdur um Mirmansveg, ið førir til gongugøtuna niðan til garðin á Barnalund.

Foreldur og avarandi fáa parkera á parkeringsøkinum við Kirkjuigarðin.

Vónandi bera vit øll yvir við hesum broytingum, sum fyrst og fremst verða gjørdar við atlit til trygdina hjá børnum og foreldrum.