12.02.2021

Kunning um GIS – skipan av talgildum tænastum til borgarar

Kunning um skráseting í GIS-skipanini hjá Fuglafjarðar kommunu

Fuglafjarðar kommuna er í holt við at talgilda tænastur til borgarar í Fuglafjarðar kommunu.

Á forsíðuni á heimasíðu kommununar er ein snarvegur til GIS-kortið hjá Fuglafjarðar kommunu. Skipanin eitur ArcGis, sum verður ment frá Munin. Kortið er ætlað sum ein kunning og vegleiðing til borgarar í Fuglafjarðar kommunu, útisetar og ferðafólk, sum hava tørv á at kunna seg um ymisk viðurskifti í kommununi.

Kortið er uppbygd í sokallaðum løgum, sum kunnu tendrast og sløkkjast. Brúkarin velur sjálvur, hvørji løg eru tendraði í senn.

 Grundstykkir til sølu_Kunning

Til ber at tendra lagið fastøgnir, har kunning er løgd út á síðuna um tøk grundøkir í Fuglafjarðar kommunu. Her ber til at síggja stødd á grundøki, myndir av økinum og kostnað fyri grundøkið.

Tá fólk søkja um grundøki hjá kommununi, so fær borgarin teknisk data úr kortskipanini hjá kommununi við øllum upplýsinum á.

 Teknisk kortdata á vega- og gartnaradeildini og húsavørðum

Vegadeildin

Til ber at síggja tekniskar leiðingar so sum SEV-kaðalar, FT-Net kaðalar, vatn- og gøtuljóskaðalar, gøtuljóssteyrar, regn- og skittvatnsleiðingar, felags kloakkleiðingar, vegristir, grundkort, áir og løkir v.m.

Vegadeildin leggur nýggj data inn á kortið, tá t.d. eitt vegaarbeiði ella eitt kloakkarbeiði verður gjørt. Tað verður gjørt við appini Collector við telefon og iPaddi.

Matrikulkort

Kortið hjá Fuglafjarðar kommunu hevur ein snarveg til matrikulkortið hjá Umhvørvisstovuni.

Gartnaradeildin

Æltanin er at kortleggja virksemið hjá gartnaradeildini, soleiðis at grøna virksemið verður skrásett í kommununi við data og myndum borgarum at frama.

Gartnaradeildin umsitir eina rottutýningarskipan, sum er ment av Munin, grundað á GIS-korið.

Havnin

Havnadeildin er eisini inn yvir kortskipanina, har miðjað verðu eftir at fáa dagført teknisku leiðingarnar v.m. á havnaøkinum.

Tað er eisini umráðandi hjá havnamynduleikanum at veita eina góða kunnandi tænastu til øll skipini og manning av somu sum gjørligt, har teir verða kunnaðir um kortið.

Kirkjugarðsskipan

Arbeitt verður støðugt við at talgylda kirjugarðarnar við hjálp frá Munin bæði í Fuglafirði og á Hellunum. Kunnað verður meira um hetta seinni.

Loftmyndir

Til ber at síggja sokallaða Orthofotokortið, sum verður tendrað við einum snarvegi til Umhvørvisstovuna, sum er sama fotokortið, sum liggur á kortal.fo.

Eisini liggur eitt myndakort frá 1958. Um Hesi bæði kortini verða tendraði í senn, so ber til at gera 1958-kortið meira og minni gjøgnumsiktugt, soleiðis at borgarar kunnu síggja útviklingin frá 1958 og fram til dagin í dag.

HTU_Heilsa- trygd og umhvørvið

Nú hevur kommunan skrásett allar hjartastartarar, sum standa úti í Fuglafjarðar kommunu. Hetta fyri at fáa trygdina í býnum so góða sum møguligt. Hjartastartarar verða tendraðir við ikonini Merkisverd støð (POI) ovast í lagstrukturinum.

Allir brandpostar eru skrásettir í kommununi.

Átaksleiðarin hevur ábyrgdina av at viðlíkahalda og eftirhyggja hjartastartarar og brandpostar í Fuglafjarðar kommunu.

Á havna økinum hevur kommunan sett 11 stigar upp framvið kaikantinum saman við hakum og bjargingarkransi, sum eisini verður lagt inn á GIS-korið.

Mentanarøkið

 Kunningarstovan

Arbeitt verður við at skráseta gøtuskipanir, har myndir verða knýttar at ymiskum støðum á leiðini. So kunnu fólk og ferðandi ganga eftir gøtuni eftir eini app, um mjørki legst á tey.

Merkisverd støð saman við søguni fyri einkulta staðið verða løgd út á kortið við atlitið til fólkið, sum her býr, og til ferðafólk.

 Staðarnøvn saman við søguni fyri staðarnavnið

Kommunan hevur eina skipan frá Munin til at skráseta staðarnøvn við, har eisini er møguleiki fyri at knýta søguna at staðnum á GIS-kortinum. Arbeitt verður ítøkjuligt við at dagføra hesa skipan. Tá arbeiðið er komið longur fram, verður møguligt at opna snarvegin til staðarnøvn á GIS-kortinum.

Ætlanin er, at borgarar skulu fáa atgongd til hesa skipan, og leggja staðarnøvn inn. Ein hugsan er, at eldri fólk kunnu møtast á bókasavninum og leggja staðarnøvn inn.

Kunning um virksemi á mentanarøkinum

Til ber at kunna um virksemið í ymiskum virkisbygningum hjá kommununi sum t.d. Mentanarhúsinum og Riberhúsi.

Samanumtøka

Fuglafjarðar kommuna arbeiðir støðugt og strembar eftir at dagføra GIS-skipanina og kortið, sum liggur á forsíðu kommununar, við atlitið til at geva eina so góða og kunnandi tænastu sum gjørligt til borgarar í Fuglafjarðar kommunu og til fólk annars úti umkring.