Í sambandi við drotningavitjanina í morgin fríggjadagin 16. juli, verða nakrir vegir í Fuglafirði stongdir fyri almennari ferðslu, og steðgiforboð verður sett fyri ávís vegastrekkir.
Talan er um hesar vegir, Karvatoftir, í Støð, við omankoyringarnar til Mentanarhúsið, Toftagøtan, Mirmansvegur, Bakkavegur og Tróndarbrekkan. Víst verður í hesum sambandi til hjálagt kort.
Vitjanin í Miðstaðarlundini
Harumframt hevur Fuglafjarðar kommuna hevur gjørt eitt yvirlitskort yvir Miðstaðarlundina, har drotningin verður boðin vælkomin, hetta soleiðis at fólk eru varug við tær ymsiku staðsetingarnar í Miðstaðarlundini.
Kortskjøl