18.12.2023

Kunning um avgreiðsluviðurskifti hjá Fuglafjarðar kommunu um jóla- og nýggjárshøgtíðina.

Kommunuskrivstovan er stongd millum jól og nýggjár.

Tekniska deild
Eru átroðkandi mál í sambandi við tekniskar veitingar so sum kloakkir, gøtuljós, og drekkivatn, kann ringjast til formannin á vegadeildini, Mortan Joensen.
Fartelefonnummar 238020

Ruskøkið er opið soleiðis:

  • 21. desember er opið frá 16-18
  • 23. desember er stongt
  • 28. desember frá kl. 10-18
  • 30. desember er stongt

Fyrisitingin
Eru átroðkandi mál til fyrisitingina kann ringjast til kommunustjóran, Jóanis Erik Køtlum
Fartelefonnummar 238002

Loyvi til nýggjarsbál
Umsókn um loyvi til at brenna nýggjársbál skal stílast til Fuglafjarðar Sløkkilið í seinasta lagi 31. desember 2023 kl. 12.00

Umsóknarbløð eru tøk á heimasíðu kommununar www.fuglafjordur.fo

Tilbúgvingarleiðari er Jan Lauritsen
Fartelefonnummar 239112
Teldupostur brandstod@fuglafjordur.fo

Fuglafjarðar kommuna ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár.