16.12.2022

Kunning um avgreiðsluviðurskifti hjá Fuglafjarðar kommunu um jóla- og nýggjárshøgtíðina.

Kommunuskrivstovan er stongd millum jól og nýggjár.

Tekniska deild
Eru átroðkandi mál í sambandi við tekniskar veitingar so sum kloakkir, gøtuljós, og drekkivatn, kann ringjast til formannin á vegadeildini, Mortan Joensen.
Fartelefonnummar 238020

Ruskøkið er opið sum vanligt t.v.s. týsdag og hósdag kl. 16-18, tó er stongt leygardagin 31 desember.

Fyrisitingin
Eru átroðkandi mál til fyrisitingina kann ringjast til kommunustjóran, Jóanis Erik Køtlum
Fartelefonnummar 238002

Loyvi til nýggjarsbál
Umsókn um loyvi til at brenna nýggjársbál skal stílast til Fuglafjarðar Sløkkilið í seinasta lagi 31. desember 2020 kl. 12.00

Umsóknarbløð eru tøk á heimasíðu kommununar www.fuglafjordur.fo

Tilbúgvingarleiðari er Jan Lauritse
Fartelefonnummar 239112
Teldupostur brandstod@fuglafjordur.fo

Fuglafjarðar kommuna ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár.