27.08.2021

Kunning til borgarar um oljudálking í Fuglafirði og í Djúpunum

Boðað varð frá oljudálking í Fuglafirði og í Djúpunum seinnapartin í gjár.

Talan eru um nakrar hundrað litrar av Marine-gassolju.

Sløkkiliðið koyrdi Absorbent BL BOOM (oljuuppsamlingspylsir) út fyri at taka upp gassoljuna.

Hendan oljan fordampar innanfyri rímuliga tíð, men tó kann roknast við, at fólk koma at síggja oljubráar á fjørðinum í nakrar dagar, og merkja lukt.

Vinarliga
Pól Adrian Poulsen