31.03.2020

Kunning frá Kvøldskúlanum

Góðu luttakarar,

Nú myndugleikarnir hava longt coronatiltøkini til 13. apríl, fara vit at takka øllum fyri hetta skúlaárið. Árliga framsýningin og tónleikaframførslurnar eru eisini avlýstar. Av tí at skeiðini eru so ymisk skipað, lata vit tað vera upp til lærararnar á einstøku skeiðunum um tit møtast aftur áðrenn summarfrítíðina ella ikki. Um tit hava spurningar, setið tykkum í samband við læraran á skeiðnum ella ringið til kvøldskúlan á 238010.

Vit ynskja tykkum øllum eini góð páskir!

Fuglafjarðar Kvøldskúli