07.08.2020

Kunning frá Fuglafjarðar kommunu

Vegna ótryggleikan í samband við Coronasmittuna, sum nú aftur er farin at gera um seg, hevur Fuglafjarðar kommuna avgjørt at leingja feriuna á dagstovnaøkinum við einari viku.

Hetta viðførir, at dagstovnarnir, sum umfata alla barnaansingina í kommununi, ikki lata uppaftur fyrr enn 17. august 2020. Tvs. í viku 34.

Foreldur skulu ikki gjalda barnagjald fyri hesa vikuna.

Nærri kunning um framhaldandi støðuna kemur seint í næstu viku.

Fuglafjarðar kommuna
Sonni á Horni
Borgarstjóri