23.05.2019

KUNNGERÐ UMFÓLKATINGSVAL Í FUGLAFJARÐAR KOMMUNU

Til veljarar til fólkatingsvalið  05. juni 2019 í Fuglafjarðar kommunu.

Vísandi til at fólkatingsval er útskrivað 07. mai 2019, so skal hervið verða kunngjørt, at atkvøðugreiðslan fer fram í Mentanarhúsinum, Karvatoftir 5 í Fuglafirði mikudagin tann 05. juni 2019 fyri Fuglafjørð og Kambsdal og í Bønhúsinum á Hellunum á Rættarvegi 25 fyri Hellurnar.

Atkvøtt verður millum kl. 09.00 og 20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan støðg.

Brævatkvøða:
Veljarar, ið sambært vallógini hava rætt til at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á býráðsskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð mánadag til fríggjadag millum kl. 10.00 og 15.00 til og við mánadagin 03. juni 2019. Tá ið seinasta freist fyri at greiða brævatkvøðu er mánadagin 03. juni 2019, so verður býráðsskrivstovan eisini opin nevnda dag til kl. 18.00.

Heimaval:
Tey, sum vegna sjúku ikki kunnu koma á valstøðini, kunnu velja heima í seinasta lagi mánadagin 03. juni 2019 við at venda sær til býráðsskrivstovuna telefon 668000 í seinasta lagi sama dag kl. 12.00.

Valkort:
Valkort verða send veljarunum í kommununi við postinum, og um persónur, sum heldur seg hava valrætt, ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi biðin um at seta seg í samband við býráðsskrivstovuna á telefon 668000 skjótast.

 Veljari skal hava valkortið við sær til valborðið.

Fuglafjørður, tann 23. mai 2019
Fuglafjarðar býráð