Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistar til kommunuvalið 08. november 2016 liggja frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni frá 3. oktober til 17. oktober 2016 í vanligari avgreiðslutíð mánadag til fríggjadag millum kl. 10.00-15.00.
Somuleiðis verður vallistin fyri Hellurnar eisini kunngjørdur í svørtutalvu á Hellunum í sama tíðarskeiði.
Kæra um at onkur av órøttum er komin á listan ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin verða send býráðnum, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.
Til kommunuvalið verða valkort nýtt, og verða hesi send veljarum í kommununi í seinasta lagi 2 vikur undan valinum, og skal veljarin hava valkortið við sær, tá ið valt verður.
Fuglafjørður, tann 26. september 2016
Fuglafjarðar býráð