08.10.2024

KUNNGERÐ um vallistar til kommunuvalið

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistar til kommunuvalið 12. november 2024 liggja frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í Støð 5 frá 8. oktober til 22. oktober 2024 í vanligari avgreiðslutíð, mánadag til fríggjadag millum kl. 10.00-15.00.

Somuleiðis verður vallistin fyri Hellurnar eisini kunngjørdur í svørtutalvu á Hellunum í sama tíðarskeiði.

Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin verða send býráðnum, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.

Til kommunuvalið verða valkort nýtt, og verða hesi send veljarum í kommununi í seinasta lagi 2 vikur undan valinum, og skal veljarin hava valkortið við sær, tá ið valt verður.

Fuglafjørður, tann 8. oktober 2024

Fuglafjarðar kommuna

Terji á Lakjuni, formaður í kommunuvalnevndini og

Jóanis Erik Køtlum, kommunustjóri