Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistar til fólkatingsvalið 24. mars 2026 liggja frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í Støð 5 frá 6. mars til 13. mars 2026 í vanligari avgreiðslutíð mánadag til hósdag millum kl. 10.00-15.00 og fríggjadag millum kl. 10.00-12.00.
Somuleiðis verður vallistin fyri Hellurnar eisini kunngjørdur í svørtutalvu á Hellunum í sama tíðarskeiði.
Kæra um at onkur av órøttum er komin á listan ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin verða send býráðnum, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.
Til fólkatingsvalið verða valkort nýtt, og verða hesi send veljarum í kommununi í seinasta lagi 2 vikur undan valinum, og skal veljarin hava valkortið við sær, tá ið valt verður.
Fuglafjørður, tann 6. mars 2026
Fuglafjarðar kommuna
Jóanis Erik Køtlum, kommunustjóri
