07.06.2017

KUNNGERÐ um RUDDING

  • 24
    Shares

Fuglafjarðar kommuna hevur sett sær fyri, at bilvrak, akfør, bingjur  og lutir annars, sum uttan góðkenning frá kommununi rekast á almennum ella privatum økjum, skulu verða beind burtur og latin góðkendum móttakara.

Sambært § 1 í umhvørvislógini og § 1, stk. 4 í nátúrufriðingarlógini er ikki loyvt at lata órudd liggja og rekast á almennum ella privatum uttanduraøki, og í § 10 um burturkast stendur, at ikki er loyvt at lata ónýtilig akfør liggja og rekast í haga, fjøru, á sjógvi, fram við vegi ella aðrastaðni.

Í § 61 í ferðslulógini stendur, at løgreglan kann burturbeina ella selja skrásetingarskyldug akfør, sum standa á almennum vegi uttan nummarplátu.

Tey, sum eiga/hava frammanfyri nevndu akfør/lutir o.t. á almennum ella privatum øki, skulu beina hetta/hesar burtur skjótast gjørligt.

Verður hetta ikki gjørt innan 22. juni 2017, beinir kommunan tað burtur fyri eigarans rokning.

Fuglafjørður, tann 06. juni 2017
Fuglafjarðar kommuna