Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13. frá 21.mai 1954 við seinni broytingum verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til serstaka byggisamtykt fyri innasta partin av bústaðarøkinum niðanfyri Toftanesveg á Vestara landi í Fuglafirði er løgd fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 23.03.2018 til 01.05.2018 allar gerandisdagar uttan leygardag frá kl 10 – 15.
Møgulig mótmæli móti uppskotinum og broytingaruppskot til hetta, ið skulu verða skrivlig, mugu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 14.05.2018. kl. 16.00
Fuglafjørður 23-03-2018
FUGLAFJARÐAR BÝRÁÐ