28.02.2017

Kunngerð um framløgu av byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu.

Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13. frá 21.mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broytingar til byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 01.03.2017 til 31.03.2017 allar gerandisdagar uttan leygardag frá kl 10 - 15.

Sambært uppskotinu verða hesar broytingar:

  1. Sethúsaøki/bústaðarøki "Øki B" á vestara landi niðanfyri Toftanesveg verður víðka út til planeraða øki innannfyri, har Ísvirkið stóð, t.v.s. út til matr. nr. 882e.Sambært galdandi byggisamtykti er økið útlagt sum havnarøki "Øki D".
  2. Økði millum Toftagøtu, Sýslumansgøtu, Kirkjuveg og oman til matr.. nr. 593a, sum sambært byggisamtyktina útlagt sum miðstaðarøki "Øki A" ,verður broytt til bústaðarøki "Øki B". Á hesun øki verður loyvt at gera íbúðarbygningar við fleiri íbúðum.
  3. Økið niðanfyri vestasta partin av Innandalsvegi frá matr. nr. 185b og vestureftir verður broytt frá almennum frítíðarøki "Øki F" til búðstaðarøki "Øki B".
  4. Økið, har goymslutunnlarnir eru og kunnu verða gjørdir verður frámerkt á kortskjali "Øki L" tunnlar.

Møgulig mótmæli móti uppskotinum og broytingaruppskot til hetta, ið skulu verða skrivlig, skulu verða Fuglafjarðar býráð, Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi 21.04.2017. kl. 15.00

Fuglafjørður 27-02-2017
FUGLAFJARÐAR BÝRÁÐ