23.01.2024

Kunngerð um býráðsfundin 25. januar 2024

Býráðsfundur verður hildin hósdagin 25. januar 2024, kl. 19.00, í býráðssalinum í Støð 5

Á dagsskrá verða hesi mál:

  1. Havsbrún – umsókn um byggiloyvi til víðkan av goymslutunlunum.
  2. Havsbrún – umsókn um byggiloyvi til, at leingja “fóðurbryggjuna”.
  3. Ognartøka av lendi til, at breiðka Innandalsvegin.
  4. Bergfrost – umsókn um byggiloyvi til víðkan av frysti- og goymslutunlum.
  5. Framherji – umsókn um byggiloyvi at leingja “Ennibryggjuna” 80 metrar.
  6. Dagføring av “Skipa, vøru og leigugjøldum fyri Fuglafjarðar havn”.
  7. Kappingarskrá til hugskotskapping um miðbýarætlan í Fuglafirði.

Fuglafjarðar kommuna