20.08.2021

Kunngerð um býráðsfund nr. 9/2021

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í býráðssalinum, í Støð 5 í Fuglafirði, hósdagin tann 26. august 2021 kl. 19:00 við hesari dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av umbøn um eykajáttan í sambandi við liðugtgerð av eldrasambýlinum Vesturstovu.
  2. 2. viðgerð av umbøn um eykajáttan í sambandi við fyriskipan av drotningavitjanini.
  3. Kunning og umrøða av umsókn frá Heilbrigdi um fíggjarligan stuðul til útslúsingarheim fyri rúsdrekka- og rúsevnismisnýtarar og problematikkin í hesum sambandi, eisini við atliti at markamót millum land og kommunur.
  4. Útstykkingarætlan Vestur Innandals.
  5. Umsókn frá Havsbrún um vatngoymslutangar á havnalagnum.
  6. Umsókn frá Havsbrún um øki til nýggjar lýsitangar.
  7. Tilmæli í sambandi við setan av sosialdeildarleiðara. Hetta málið verður viðgjørt fyri afturlatnum hurðum sambært § 26, stk. 1 í kommunustýrislógini og § 1, 2. petti í fundarskipanini hjá Fuglafjarðar býráð.

Fuglafjørður, 20. august 2021

Dávur Juul
Borgarstjóri