Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í býráðssalinum, í Støð 5 í Fuglafirði, hósdagin tann 30. september 2021 kl. 19:00 við hesari dagsskrá:
- Góðkenning av treytunum í sambandi við innkallan av tiltakslimi til býráðsfund.
- 1. viðgerð av fíggjarætlanini hjá Fuglafjarðar býráð fyri 2022.
- Uppskot til broyting í byggisamtyktini viðvíkjandi útstykkingini á Bøvegi.
- Umsókn frá Havsbrún um staðseting av tveimum lýsitangum á havnalagnum.
- Uppskot til privatlívspolitikk hjá Fuglafjarðar kommunu sambært dátuverndarlógini.
Fuglafjørður, 28. september 2021
Dávur Juul
Borgarstjóri