28.09.2021

Kunngerð um býráðsfund nr. 9/2021

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í býráðssalinum, í Støð 5 í Fuglafirði, hósdagin tann 30. september 2021 kl. 19:00 við hesari dagsskrá:

  1. Góðkenning av treytunum í sambandi við innkallan av tiltakslimi til býráðsfund.
  2. 1. viðgerð av fíggjarætlanini hjá Fuglafjarðar býráð fyri 2022.
  3. Uppskot til broyting í byggisamtyktini viðvíkjandi útstykkingini á Bøvegi.
  4. Umsókn frá Havsbrún um staðseting av tveimum lýsitangum á havnalagnum.
  5. Uppskot til privatlívspolitikk hjá Fuglafjarðar kommunu sambært dátuverndarlógini.

Fuglafjørður, 28. september 2021

Dávur Juul
Borgarstjóri