28.06.2021

Kunngerð um býráðsfund nr. 7/2021

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í býráðssalinum, Í Støð 5 í Fuglafirði, hósdagin tann 1. juli 2021 kl. 19:00 við hesari dagsskrá:

  1. Støðutakan til, um tiltakslimir kunnu taka sæti á býráðsfundinum.
  2. 1. viðgerð av umbøn um eykajáttan í sambandi við liðugtgerð av útbygging av eldrasambýlinum Vesturstovu.
  3. 1. viðgerð av umbøn um eykajáttan í sambandi við vitjan av H.H. Drotningini í Fuglafirði 16. juli 2021.
  4. Støðutakan til innkomin tilboð í sambandi við at lendið á matriklunum 769b og 882b, Úti á Land í Fuglafirði, hevur verið á almennum útboði.
  5. Umsókn frá Bassa Haraldsen um loyvi at byggja uppí sethúsini.
  6. Umsókn frá Odd Eliasen um at leggja 3 matriklar saman og broyta byggisamtyktina frá fríøki til sethúsaøki.

Fuglafjørður, 28. juni 2021

Dávur Juul
Borgarstjóri