07.06.2021

Kunngerð um býráðsfund nr. 6/2021

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at eyka-býráðsfundur verður hildin í býráðssalinum, Í Støð 5 í Fuglafirði, mikudagin tann 9. juni 2021 kl. 16:00 við hesari dagsskrá:

  1. Alment útboð av lendinum á matriklunum 769b og 882b Úti á Land, Fuglafjørður.
  2. Umsókn frá Bjartur Hansen um byggiloyvi til víðkan av verandi sethúsum á Dalbøgøtu 2, matr matr. nr. 642, Fuglafjørður.

Fuglafjørður, 7. juni 2021

Dávur Juul
Borgarstjóri