Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í býráðssalinum, Í Støð 5 í Fuglafirði, hósdagin tann 27. mai 2021 kl. 19:00 við hesari dagsskrá:
- Ársroknskapurin hjá Fuglafjarðar kommunu fyri 2020.
- 2. viðgerð av eykajáttan í sambandi við umsókn frá skótaliðnum um fíggjarligan stuðul til at leggja nýtt tak á skótahúsið.
- 2. viðgerð av eykajáttan í sambandi við at fíggja arbeiðið við nýggjari el-veiting í Meka bygningin.
- Broyting í byggisamtyktini fyri part av økinum, matr. nr. 530, frá B-øki til E-øki, sum er ogn hjá Eilif Eliasen, og matr. nr. 477a, frá B-øki til E-øki, sum er ogn hjá Fuglafjarðar kommunu.
- Byggiloyvi í sambandi við 3. byggistig viðvíkjandi útbygging av miðnámsskúlanum á Kambsdali.
- Dagføring av reglugerð um endurgjald fyri garð og stuðlamúr.
- Alment útboð av lendinum á matriklunum 769b og 882b, Úti á Land í Fuglafirði.
- Uppskot til útstykkingarætlan í Rossagerði millum landsvegin og bygt øki omanfyri Toftanesvegin á økinum frá matr.nr. 771a til matr.nr. 786, Fuglafjørður.
Fuglafjørður, 25. mai 2021
Dávur Juul
Borgarstjóri