21.02.2022

Kunngerð um býráðsfund nr. 2/2022

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í býráðssalinum, í Støð 5, hósdagin tann 24. februar 2022 kl. 19:00 við hesari dagsskrá:

  1. Uppskot til reglugerð fyri kirkjugarðarnar í Fuglafirði og á Hellunum.
  2. Uppskot til reglugerð fyri Fuglafjarðar havn í sambandi við móttøku- ella avskipan av góðsi.
  3. 2. viðgerð av samfígging av nýggjum átaksbili til sløkkiliðið av økjunum 6 og 7 á fíggjarætlanini sambært §§ 40 og 41 í kommunustýrislógini.
  4. Kunning um status í sambandi við skipan av eldraráði í einum samstarvi millum Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu.
  5. Uppskot til starvsfólkapolitikk hjá Fuglafjarðar kommunu.
  6. Uppskot til starvsfólkahondbók hjá Fuglafjarðar kommunu.
  7. Umsókn frá P/f Havsbrún um byggiloyvi til nýggja reinsiskipan av luftútlátum frá verandi fóðurframleiðslu.
  8. Uppskot um frávík til byggisamtyktina í sambandi við umsókn um byggiloyvi til bilhús á ognini við matr.nr 505a, Fuglafjørður.
  9. Uppskot um at leggja saman matr.nr. 211a og 211r, Fuglafjørður, og broyta byggisamtyktina fyri økið til eisini at umfata íbúðarbygging í sambandi við umsókn frá Sp/f Svalir um keyp av grundøki til íbúðarbygging.
  10. Uppskot til leigusáttmála millum Fuglafjarðar kommunu og P/f Havsbrún um staðseting av 1.400 tons vatntanga á kaiini nærhendis havnaskrivstovuni.

Fuglafjørður, 21. februar 2022

Dávur Juul
Borgarstjóri