Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í býráðssalinum, í Støð 5, hósdagin tann 24. februar 2022 kl. 19:00 við hesari dagsskrá:
- Uppskot til reglugerð fyri kirkjugarðarnar í Fuglafirði og á Hellunum.
- Uppskot til reglugerð fyri Fuglafjarðar havn í sambandi við móttøku- ella avskipan av góðsi.
- 2. viðgerð av samfígging av nýggjum átaksbili til sløkkiliðið av økjunum 6 og 7 á fíggjarætlanini sambært §§ 40 og 41 í kommunustýrislógini.
- Kunning um status í sambandi við skipan av eldraráði í einum samstarvi millum Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu.
- Uppskot til starvsfólkapolitikk hjá Fuglafjarðar kommunu.
- Uppskot til starvsfólkahondbók hjá Fuglafjarðar kommunu.
- Umsókn frá P/f Havsbrún um byggiloyvi til nýggja reinsiskipan av luftútlátum frá verandi fóðurframleiðslu.
- Uppskot um frávík til byggisamtyktina í sambandi við umsókn um byggiloyvi til bilhús á ognini við matr.nr 505a, Fuglafjørður.
- Uppskot um at leggja saman matr.nr. 211a og 211r, Fuglafjørður, og broyta byggisamtyktina fyri økið til eisini at umfata íbúðarbygging í sambandi við umsókn frá Sp/f Svalir um keyp av grundøki til íbúðarbygging.
- Uppskot til leigusáttmála millum Fuglafjarðar kommunu og P/f Havsbrún um staðseting av 1.400 tons vatntanga á kaiini nærhendis havnaskrivstovuni.
Fuglafjørður, 21. februar 2022
Dávur Juul
Borgarstjóri