13.12.2021

Kunngerð um býráðsfund nr. 12/2021

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í býráðssalinum, í Støð 5, hósdagin tann 16. desember 2021 kl. 19:00 við hesari dagsskrá:

  1. Uppskot frá borgarstjóranum viðvíkjandi ásetan av fundardøgum hjá býráðnum í 2022.
  2. Tilmæli frá teknisku nevnd um at leiga høll á Kambsdali til at hýsa starvsfólk og útgerð á tekniska økinum.
  3. Tilmæli frá teknisku nevnd um at broyta part av matr.nr. 871e, Kambsdalur, frá fríøki til bústaðarøki.
  4. Tilmæli frá vinnu- og havnanevndini um at gera dagføringar í skipa-, vøru- og leigugjøldum fyri Fuglafjarðar havn.
  5. Tilmæli frá sosialu nevnd um at gera 3-ára samstarvsavtalu við MEA – Húsið fyri Familjumenning.
  6. Tilmæli frá sosialu nevnd um at seta á stovn eitt Eldraráð í samstarvi við Eysturkommunu.
  7. Tilmæli frá tilbúgvingarnevndini og vinnu- og havnanevndini um at góðkenna samstarvsavtalu við Eysturkommunu um praktist samstarv í sambandi við sløkking og bjarging í Leirvíkstunnlinum.
  8. Góðkenning av samfígging á økjunum 6 og 7 sambært §§ 40 og 41 í kommunustýrislógini í sambandi við keyp av sópingarmaskinu.

Sambært § 26, stk. 1, 2. og 3. pkt. í kommunustýrislógini og 1. og 2. petti í fundarskipanini fyri Fuglafjarðar býráð verður eitt mál viðgjørt fyri afturlatnum hurðum:

  1. Uppskot til semju millum Fuglafjarðar kommunu og Kappingareftirlitið í ”loðsmálinum” við støði í rættarmeklingarfundi hjá Føroya Rætti tann 1. desember 2021.

Fuglafjørður, 13. desember 2021

Dávur Juul
Borgarstjóri