07.12.2019

KUNNGERÐ um býráðsfund nr. 12/2019

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í ovara Sali í Mentanarhúsinum hósdagin tann 12. desember 2019 kl. 19.00 við niðanfyri standandi dagskrá:

  1. Uppskot frá borgarstjóranum um ásetan av fundardøgum býráðsins fyri 2020, hetta vísandi til § 4, 1. petti í kommunustýrisskipanini fyri kommununa, góðkend 03. september 2001 við seinni broytingum.
  2. viðgerð av umsókn frá teknisku nevndini um eykajáttan til útstykkingina av grundstykkjum við Bøveg og tilmæli frá fíggjarnevndini í málinum. 1. viðgerð hevur verið á býráðsfundi 28. november 2019.
  3. Uppskot til leigusáttmála millum kommununa og Havsbrún um lendi undir nýggju fóðurgoymsluni á matr. Nr. 239ap á havnarøkinum og tilmæli frá vinnunevndini í málinum.

Fuglafjørður 06. desember 2019

Fuglafjarðar býráð

 Sonni á Horni
borgarstjóri