07.12.2018

KUNNGERÐ um býráðsfund nr. 12/2018

  • 3
    Shares

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í ovara sali í Mentanarhúsinum móti bátahavnini hósdagin tann 13. desenber 2018 kl. 19.00 við niðanfyri standandi dagskrá:

  1. Ásetan av býráðsfundum fyri 2019 og tilmæli frá borgarstjóranum um fundardagar.
  2. Umsókn frá Havsbrún um byggiloyvi til silogoymslur og tilmælir frá vinnunevndini og teknisku nevndini í málinum.
  3. Umsókn frá TN bygging um byggiloyvi til íbúðarbygging á Vestara landinum. Málið hevur verið til viðgerðar á fundi í teknisku nevndini tann 03. desember 2018, men við tað at neyðugir upplýsningar vænta í málinum, sí teldupost til TN bygging, so varð semja um at útseta viðgerðina. Um neyðugu upplýsningarnir eru komnir áðrenn mánadagin 9. desember 2018, so verður eykafundur hildin í teknisku nevndini 9. desember h.á. og tilmæli latið býráðnum, somuleiðis sum undirliliggjandi tilfar sent býráðnum 10. desember.
  4. Mál viðvíkjandi tilbúgvingarætlan og váðameting fyri kommununa og tilmæli frá tilbúgvingarnevndini í málinum. Málið varð tikið av dagskrá á býráðsfundinum 29. november 2018 fyri at gera eina neyvari greining av verandi útgerð hjá sløkkiliðnum.

Fuglafjørður 06. desember 2018

Fuglafjarðar býráð

Sonni á Horni
borgarstjóri